DagføringarPosted by Sketch Sepahi Sat, August 23, 2008 20:32:56Fyri nøkrum døgum síðani slettaði eg Ateisma í Føroyum kjak-torgið, tí at ongin undantøka var fyri tí.
Tey, ið høvdu brúkaranøvn kunnu sjálvandi enn logga inn á enska
kjak-torgið, ið hoyrir til Paroxysms of Sketch síðuna.
DagføringarPosted by Sketch Sepahi Thu, March 06, 2008 01:55:29Ja, komi inn ein túr á kjak-torgið, (leinkja til høgru) tí tað blívur ikki feitari enn tit tíma at hjálpa okkum at gera tað.
Sjúrður Skaale hevur givið okkum loyvi at endurgeva hansara essay
"Demokratiskt frælsi ella teokratiskt ófrælsi" her á okkara síðu, og tað havi eg tískil eisini gjørt.

Útyvur tað havi eg ikki gjørt so nógv annað til nyttu. Jú, eg havi animerað okkara favikon, bara tí eg kann. Men eg eri enn ikki nøgdur við at hatta skal vera okkara favikon, hóast beistið nú dugur at flyta seg.
Vinarliga,
Heini
DagføringarPosted by Ása Wed, March 05, 2008 18:39:02Vit hava nú eitt
kjaktorg! Tadah!!
Um tit hava tann minsta áhugan í hesari síðuni, so er at koma í gongd har inni. Tað er ein góður máti at hava eina ávirkan uttan at skula involvera seg alt ov nógv. Trúgv mær, vit skulu nokk lesa tað tit skriva :)
Um tit ikki tíma via heimasíðuna til kjaktorgið, so er tað á: http://fa-torg.kicks-ass.org (og fa stendur fyri føroyskir ateistar, ella something to that effect, hehe)
Heilsan Ása
DagføringarPosted by Sketch Sepahi Mon, March 03, 2008 05:25:04Ja, sum ein og hvør nú lættliga kann síggja, er nú ein vælkomu heilsan og endamálslýsing at síggja á forsíðuni. Er hon nóg góð? Eg hevði eitt lítið hugskot um hvat skrivast skuldi, men torført var tó kortini, at fáa sett tey røttu orðini á. Eg veit ikki heilt um hasa vóru tey røttu. Tit mugu siga hvat tit halda er gott og minni gott, so kunnu vit kanska gera tað betri seinni.
Nakað, sum ikki er lætt at síggja, men sum eg haldi er feitt kortini, er, at nú er gjørligt at sleppa inn á forsíðuna lættari við at skriva
http://gud.doesntexist.com ístaðin fyri at skriva http://www.sketchsepahi.com/ateisma (Ikki tað bæði rigga enn, eg helt bara at hitt fyrra var snøgt, sindur speiskt og lætt at minnast).
Eisini havi eg "lánt" eina elligamla grein frá Sosialinum og lagt hana út - ein viðtala við John Johannesen
"Gudsavnoktarin vil broyta heimin," ið lýsur eitt rímuligani seregið moral-objektivistiskt boð upp á hvussu ein kann vera ateistiskur.
Tað er ein gomul grein, og eg kann ikki lata vera við at undrast hvar John Johannesen man vera í verðini í dag - og eg meini ikki stað, men viðvíkjandi meiningum.
Eisini havi eg lagt inn nýggja leinkju til eina
grein eftir Richard Dawkins um "Vitborna Sniðgávu," (Intelligent Design) ið er týdd av Anfinni í Skála. Hetta er, um eg verið spurdur, eitt meistaraverk av eini týðing av einum meistaraverki av eini grein, og kann hetta tískil ikki viðmælast meir. Serstakliga er niðanfyristandandi orðalistin av lívfrøðiligum fakorðum ómetaliga hentur, um ein hevur áhuga fyri tílíkum.
Bert keðiligt, at Anfinnur í Skála ikki kann vera fastur umsetari fyri okkum.
Nakað annað lítið eg havi gjørt er, at sniðgeva eitt favikon til síðuna og sær tað nú út sum eitt lítið "Fø" ovast við síðuna av addressulinjuni. Eg veit tó ikki, um eg eri heilt nøgdur við tað, so um onkur heldur seg kunna gera tað betri, so skulu tey vera vælkomin til at royna. Tað er rímuligani torført at gera eina búmerkjandi mynd, ið bert sleppur at fylla 16x16 pikslar.
Um nakar sum lesur hettar er ein nýggjur vitjandi til heimasíðuna, vil eg skjóta upp, at skriva seg upp til rss-feed (hasin lítli appelsinguli aldukassin til høgru og ovast til vinstru fyri addressulinjuna). Upp á tann mátan er nógv lættari at fylgja við í nær nakað nýtt hendur her á síðuni.
Vinarliga,
Heini
AteismaPosted by Sketch Sepahi Fri, February 29, 2008 16:10:13Noy, fá fara at lesa hettar enn, men nú hevur ongin heldur gjørt nakað burturúr, at lýsa fyri heimasíðuni.
Til ber ikki, at vænta fólk, um tey ikki vita, at hetta er til yvurhøvur.
Men tað er gott, at bloggan nú er virkin. So ber til betur at halda skil á uppdateringum, og fólk kunnu tekna seg til rss-feed, um tey ikki tíma at sita við peikifingrinum klistraðum at F5-knøttinum.
Vónandi verður hettar tó skjótt eitt stað, har til ber at finna so nógv kunnandi tilfar um ateismu sum gjørligt - ein art virtuelt bókasavn. Mín ideal-dreymur er, at tað fer at bera til at finna alt her. Tað fer sjálvandi aldrin at bera heilt til, men eg haldi, tað er nakað at stremba eftir.
Higartil er blivið fokuserað mest upp á umsett tilfar - einamest tí tað er forholdsvís lætt at fáa fatur á og ongir trupulleikar eru við rættindum - men eg havi í hyggjuni, at uppspora greinar, essays og annað tílíkt og spyrja teirra upphavsmenn, (m/k) um vit kunnu fáa loyvi at endurgeva her.
Allarhelst vildi eg tó sæð uppruna tilfar, ið varð sett á skriv (ella myndir etc.) einamest til hesa síðu.
Eg havi sjálvur ætlanir um at skriva eitthvørt, men mark er fyri hvussu nógv til ber hjá mær at gera í senn.
So um onkur, ið lesur hetta heldur seg kunna hjálpa til við at skriva, gera sjónfílir, gera grafikk, sangir/yrkingar, rættlesa, html-snið etc. - stórt sæð hvat sum helst - so hopi eg, at persónurin letur hoyra frá sær.
Fyri minni álvarsligt tilfar - men møguliga líka áhugavert - so ber eisini til at fáa sína egnu persónligu bloggu.
Vinarliga,
Heini
AteismaPosted by Ása Fri, February 29, 2008 15:20:56Weyhey! Eg var fyrst (pasta vitið hví...).
Ikki peiling av hvør fer at lesa hetta og hví nakar skuldi tíma, men hey! Tú lesur tað so :)
Voysji hvussu nógv eg fari at blogga um ateismu í Føroyum, men eg rokni við vit fara at skriva okkurt um tað vissi stór og spennandi ateismu relateraði ting henda í FO ella umheiminum.
Tá tað kemur til skriftligt tilfarð á
ateistasíðuni, rokni eg við at har kemur okkurt frá mær nokkso skjótt, og vónandi okkurt frá Heina eisini. Eg eri í ferð við at taka meg saman til at tekna skapanina sum okkara nudluti harri gjørdi tað. Men hetta er sjálvandi eitt stórverk og tí ikki fyri eitt og hvørt listafólk at endurgeva. Tí tekur tað tíð, og slett yvirhøvur ikki tí eg eri forbanna dovin og haldi tað er stuttligari at hyggja eftir Green Wing ella spilla tíð á Facebook.
Anyways, bye for now :)
Ása