Ateisma í Føroyum bloggan

Ateisma í Føroyum bloggan

Um blogguna

Hetta er staðið har vit, ið virka við síðuni fortelja tær, hvussu lítið vit gera.

Hygga nú!

DagføringarPosted by Sketch Sepahi Mon, March 03, 2008 05:25:04
Ja, sum ein og hvør nú lættliga kann síggja, er nú ein vælkomu heilsan og endamálslýsing at síggja á forsíðuni. Er hon nóg góð? Eg hevði eitt lítið hugskot um hvat skrivast skuldi, men torført var tó kortini, at fáa sett tey røttu orðini á. Eg veit ikki heilt um hasa vóru tey røttu. Tit mugu siga hvat tit halda er gott og minni gott, so kunnu vit kanska gera tað betri seinni.

Nakað, sum ikki er lætt at síggja, men sum eg haldi er feitt kortini, er, at nú er gjørligt at sleppa inn á forsíðuna lættari við at skriva http://gud.doesntexist.com ístaðin fyri at skriva http://www.sketchsepahi.com/ateisma (Ikki tað bæði rigga enn, eg helt bara at hitt fyrra var snøgt, sindur speiskt og lætt at minnast).

Eisini havi eg "lánt" eina elligamla grein frá Sosialinum og lagt hana út - ein viðtala við John Johannesen "Gudsavnoktarin vil broyta heimin," ið lýsur eitt rímuligani seregið moral-objektivistiskt boð upp á hvussu ein kann vera ateistiskur.

Tað er ein gomul grein, og eg kann ikki lata vera við at undrast hvar John Johannesen man vera í verðini í dag - og eg meini ikki stað, men viðvíkjandi meiningum.

Eisini havi eg lagt inn nýggja leinkju til eina grein eftir Richard Dawkins um "Vitborna Sniðgávu," (Intelligent Design) ið er týdd av Anfinni í Skála. Hetta er, um eg verið spurdur, eitt meistaraverk av eini týðing av einum meistaraverki av eini grein, og kann hetta tískil ikki viðmælast meir. Serstakliga er niðanfyristandandi orðalistin av lívfrøðiligum fakorðum ómetaliga hentur, um ein hevur áhuga fyri tílíkum.

Bert keðiligt, at Anfinnur í Skála ikki kann vera fastur umsetari fyri okkum.

Nakað annað lítið eg havi gjørt er, at sniðgeva eitt favikon til síðuna og sær tað nú út sum eitt lítið "Fø" ovast við síðuna av addressulinjuni. Eg veit tó ikki, um eg eri heilt nøgdur við tað, so um onkur heldur seg kunna gera tað betri, so skulu tey vera vælkomin til at royna. Tað er rímuligani torført at gera eina búmerkjandi mynd, ið bert sleppur at fylla 16x16 pikslar.

Um nakar sum lesur hettar er ein nýggjur vitjandi til heimasíðuna, vil eg skjóta upp, at skriva seg upp til rss-feed (hasin lítli appelsinguli aldukassin til høgru og ovast til vinstru fyri addressulinjuna). Upp á tann mátan er nógv lættari at fylgja við í nær nakað nýtt hendur her á síðuni.

Vinarliga,
Heini


  • Comments(0)http://ateistablog.sketchsepahi.com/#post3